KT ráðgeving

Vit hava holla vitan innan bæði KT og tøkni sum heild. Allir tekniskir spurningar eru vælkomnir, og verða teir svaraðir ella verður víst á annað ráðgeva.

KT umvæling

Verkstaði hevur gjørt smáar og stórar umvælingar í fleiri ár. Eisini kann arbeiði gerast á staðnum, t.d. á einum virkið ella líknandi.

KT søla

Tað er stór kapping um at sleppa at selja, og hevur tænasta eisini nógv at siga. Vit vilja sjálvandi verða við í kappingini og koma við einum góðum tilboði til tykkara.

Ókeypist tænasta til íverksetar

At stovna egið virkið er ein stór avgerð, tað er nógv at hugsa um, nógvar avgerðir sum skulu vendast og snúrast oftani.

Hettar vilja vit gjarna hjálpa eitt sindur uppá… Hvønn mikudag frá kl 08:00 til 12:00 seta vit tíð av til tykkum – púra ókeypis – vit kunnu ráðgeva innan KT, tað kann verða uppsetan av bókhaldsforritið, heimasíðu, nethandil ella kanska hvat telduútgerð skal til.

Vit vita at tað er eitt stórt stig at takað, tá stovna verður virkið og tað kann standa nógv uppá spæl, tí vilja vit blíva ein viðleikari hjá hesum djørvu íverksetum, og geva teimun eina hjálpandi hond.

Mikudag frá kl 08:00 til 12:00 ber til at ringja á 60 60 00, senda ein teldupost á support@home.fo ella chatta við okkum á Home.fo púra ókeypis.

Sjálvandi skulu so nógv sleppa framat hettar tíðarskeiði sum gjørligt, so um talan er um eina størri uppgávu, avtala vit ein hóskandi prís uppá arbeiði, og kann tað gerast ein annan dag í vikuni.

 

Manglar heimasíðan ?

Vit kunnu gott ráðgeva tær um hvat heimasíðu system riggar væl, eitt sokalla CRM, og vit kunnu eisini vísa á hosting veitara

Einki blekk eftir?

Tosa við okkum um eina avtalu um veiting av blekki til tykkara printara. Tað er ómakaleyst – antin við posti ella kemur og skiftur fyri tykkum.

Serskipan ?

Tað er altíð leingi at fáa eina serskipan gjørda og tillagingin er ofta drúgv, men vit kunnu ofta hjálpa við hesum.

Webloysn ella ikki ?

Vit elska webloysnir, tí vit halda at tað er vegurin fram. Um tú hevur tørv á eini tænastur, kanska bókhaldsskipan, hygg so eftir online bókhaldsskipan.