Er ikki annað avtalað fer sølan fram við kontantari gjaldstreyt. Eftir avtalu ber til at keypa uppá kreditt. Søla við kreditti hevur 14 gjaldsfreist.

Ognarrættur liggur Home sp/f inntil vøran er fult goldin

Um kundi ikki hevur gjørt vart við seg innan gjaldfreistin er farin, er fakturi roknaður sum góðtikin. Møguligar klagur skulu fráboðast áðrenn gjaldsfreistin er farin.

Viðmerkingar og klagur kunnu sendast til skrivstovuna

Allir prísir á vørum og tænastum eru, um ikki annað er viðmerkt, uttan MVG.

Home sp/f kann ikki ábyrgdast fyri tap, sum kemur undir kundans handilsváða/rakstrarváða, t.d. tap av inntøku, óbeinleiðis tap t.d. rakstrartap, tap av vinningi v.m.

Endurgjaldskrav
Vit fylgja teimum lógum og viðtøkum, sum eru galdandi fyri endurgjaldskrøv í Føroyum, viðvíkjandi fabrikatións- ella tilfarsvillum.

Endurgjaldskrøv kunnu ikki fevna um vørur, sum kundin er farin illa við, ella hava fingið skaða orsakað skeivari handfaring.

Um brek eru á einari vøru, skal keyparin beinanvegin venda sær til okkum og boða frá hesum.

Í samband við endurgjaldskrøv, rindar kundin einans fyri upprunaleveringina av vøruni.